Hugskotið at skriva hesa bók er sprottið so líðandi.
At binda og virka pløgg er elligamalt handverk, sum mong eru sera hugtikin av. Seinnu árini er áhugin fyri føroyskum klæðum nógv vaksin, og vit síggja fólk í føroyskum klæðum á ólavsøku, í brúdleypi, til próvhandanir, í konfirmatíon og í føroyskum dansi.
Elinborg hevur í nógv ár undirvíst í Tórshavnar Kvøldskúla, bæði at brodera og at binda og gera til troyggju til føroysku klæðini. Tað er í hesari undirvísing, at Elinborg hevur skilt, at tørvur er á undirvísingartilfari.
Bókin er hugsað sum ein vegleiðing hjá teimum, ið binda og virka stimatroyggjur og knappatroyggjur. Hugsanin er eisini, at bókin verða nýtt í undirvísing.
Um bókin á henda hátt kann stuðla uppundir og lívga um føroyska handarbeiðsmentan, er endamál hennara rokkið.