Lace er hágóðsku tógv úr silki og superkidmohair. Tógvið hevur ein vakran glans. Tað er tunt og hóskar seg tí væl at binda við 2 tráðum saman, ella at binda saman við øðrum tunnum tógvi, sum t.d. Jawoll. Tógvið losar sera lítið.
Lace er 42% silki og 58% superkidmohair. Longd 310 m pr 25 gr.
Bind soleiðis, at 26 eygu geva 10 cm á stokki 3-3,5. Tað ber eisini til at binda við størri stokkum.